Forstjórin gjørdist troyttur av órógv

Forstjórin gjørdist troyttur av órógv
Ov nógv órógv hevur verið ímillum nevnd og stjórn í Bank Nordik seinastu tvey árini. Og nú tímdi forstjórin ikki aftur eina nýggja nevnd
04.04.2022 - 17:07

Tað er stór útskifting á ovastu rók í Bank Nordik. Fyri einari viku síðani varð øll nevndin í bankanum skift, og í morgun boðaði Árni Ellefsen frá, at hann hevur sagt seg úr starvi sum forstjóri.

Hann er troyttur av øllum útskiftingunum, sum hava verið í nevndini í seinastuni, og samstarvið hevur heldur ikki altíð verið tað besta.

Hóast ósemjur, so leggur Árni Ellefsen dent á, at hann IKKI er BIÐIN um at fara.

Sambært Dimmalætting, so hevur Árni Ellefsen einaferð áður sagt seg úr starvi sum forstjóri fyri bankan Tað var seinasta heyst, og sambært Dimmalætting, so var tað tí, at hann ikki kundi arbeiða saman við táverandi nevndarformanninum, Sverre Bjerkeli. Men tað endaði við, at nevndarformaðurin varð frákoyrdur og Jóhanna Lava Køtlum tók við í staðin.

Tað er altso ikki ein heilt nøgdur forstjóri, sum í dag hevur latið uppsøgnina inn.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV