Fleiri ábøtur skulu gerast í Vága- og Norðoyatunlunum

Fleiri ábøtur skulu gerast í Vága- og Norðoyatunlunum
Verður ókeypis at koyra í báðum tunlunum, skal Eysturoyartunnilin rinda fyri alla innkrevjingina
Sambært samferðslupakkanum skal verða ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum. Fíggjarnevndin viðger framvegis málið, men hevur freist til flaggdagin at leggja álit fram.
 
17.04.2022 - 17:24

Hóast Vágatunnilin og Norðoyatunnilin fyri stuttum eru dagførdir fyri ávikavist 36,5 milliónir og 35,1 millión krónur, skulu fleiri ábøtur gerast. 

Millum annað skulu ljósini í Norðoyatunlinum skiftast, og arbeiðið verður mett at kosta millum 10 og 12 milliónir kr.

Tað hevur fíggjarnevndin fingið at vita frá báðum tunnilsfeløgunum, nú nevndin viðger samferðslupakkan. 

Viftur skulu eisini skiftast í báðum tunlunum. Tær flestu eru frá tíðini, tunlarnir lótu upp. 

Skulu dagsins trygdakrøv haldast, skulu 125 metrar vera millum telefonirnar í tunlunum. Í løtuni eru 250 metrar millum telefonirnar, sum eru frá tí, at tunlarnir lótu upp.

 

Rinda eftir ferðsluni

Partafelagið Tunnil hevur raksturin, viðlíkahaldið og innkrevjingina av gjøldunum í Vágatunlinum, Norðoyatunlinum og Eysturoyartunlinum, og greiður skilnaður er millum tunnilsfeløgini.

Útreiðslurnar í partafelagnum Tunli verða býttar millum feløgini eftir ferðsluni í tunlunum. 

Í fjør rindaði Vágatunnilin 22,7 prosent av kostnaðinum, Norðoyatunnilin 36,5 prosent og Eysturoyartunnilin, sum hevði mestu ferðsluna, rindaði sløk 41 prosent av kostnaðinum hjá partafelagnum Tunli.

Sambært samferðslupakkanum verða sjey milliónir kr. latnar í stuðli til Eystur- og Sandoyartunlar fyri at lækka prísirnar.

Fíggjarnevndin hevur fingið at vita, at verður ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum, mugu Eystur- og Sandoyartunlar rinda fyri alla innkrevjingina. 

Meirkostnaðurin hjá Eysturoyartunlinum verður mettur til hálva triðju millión kr.

 

Freist til flaggdagin 

Fíggjarnevndin hevur tvær ferðir fingið longda freist at leggja fram álit í málinum um samferðslupakkan.

Seinna freistin er flaggdagin, 25 apríl.

Fíggjarnevndin hevur fund aftur um samferðslupakkan týsdagin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473