Sílini í Heygadali fingið longda livitíð

Sílini í Heygadali fingið longda livitíð
Smápartafelagið Røkt hevur fyri lítlari løtu síðani fingið viðhald í kæruni til Vinnukærunevndina um steðgandi virknað, nú SEV er byrjað at tøma byrgingina í Heygadali
Jóhan í Niðristovu og Røkt fingu viðhald í, at teirra kæra fekk steðgandi virknað
Mynd: savnsmynd  
 
19.04.2022 - 18:11

SEV má gevast við at tøma byrgingina í Heygadali, har seinastu føroysku sílini svimja. 

Røkt sendi nevniliga kæruna til Vinnukærunevndina 13. apríl, og bað um at fáa steðgandi virknað. 

Tað var annars Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum 6. apríl tók avgerð um, at sílini skuldu takast av.

Í avgerðini verður sagt:

 

"Viðvíkjandi teimum vanligu reglunum um steðgandi virknað kann samanumtikið sigast, at ein kæra sum útgangsstøði ikki fær steðgandi virknað. Tað talar tó fyri at geva einari kæru steðgandi virknað, at kærurætturin annars verður gagnleysur. Um avgerðin hjá myndugleikunum missir sín týdning við eini avgerð um at loyva steðgandi virknað, talar hetta hinvegin fyri, at avgerðin ikki fær steðgandi virknað. Hetta um atlit til t.d. vanda fyri heilsu ella trygd tala fyri hesum.

Formaðurin í Vinnukærunevndini metir samanumtikið, at grundarlag er fyri at loyva kæruni steðgandi virknað, tí kærurætturin annars verður gagnleysur.

Mett verður ikki, at avgerðin hjá myndugleikunum missir sín týdning við at loyva kæruni steðgandi virknað".

 

SEV má steðga

SEV fór annars í dag í gongd við at tøma byrgingina í Heygadali.

Byrgingin skal viðlíkahaldast, og tí skal alt vatnið tømast úr byrgingini.

Men nú má SEV steðga við hesum arbeiðinum.

Harvið fáa føroysku sílini longda livitíð. 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306