Heilsuskúlin skal hava fjarundirvísing norðanfjørðs

Heilsuskúlin skal hava fjarundirvísing norðanfjørðs
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at nýggj skúlatilboð byrja eftir summarfrítíðina í ár
Arbeitt verður við møguleikanum, at Heilsuskúlin skipar part av útbúgvingini umvegis fjarundirvísing í góðkendum skúlahølum norðanfjørðs. 
 
26.04.2022 - 08:32

- Ítøkiliga verður arbeitt við einum leisti, har tey, sum eru eldri enn 25 ár og hava í minsta lagi trý ára starvsroyndir, taka alt ástøðið í einum.

Tey kunnu eisini býta tað sundur í meira konsentreraðar skúlapartar, so øll útbúgvingargongdin kann styttast, uttan at gera seg inn á kravda tímatalið.

Tað segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, á aðalfundinum hjá Heilsuhjálparafelagnum leygardagin um starvsfólkatrotið í vælferðartænastunum.

Hann segði, at brúk er fyri royndunum hjá heilsuhjálparum og fyri royndunum hjá teimum mongu ófaklærdu, sum arbeiða á økinum hjá heilsuhjálparum.

Júst tí samskifta vit í løtuni við Heilsuskúlan, kommunurnar, Vegleiðingarstovuna og aðrar partar, um eina førleikametingartilgongd, sum kann opna eina hurð afturat inn til útbúgvingarnar sum heilsuhjálpari og námsfrøðihjálpari, segði Jenis av Rana.

 

Fjarundirvísing norðanfjørðs

Haraftrat verður arbeitt við møguleikanum, at Heilsuskúlin skipar part av útbúgvingini umvegis fjarundirvísing í góðkendum skúlahølum norðanfjørðs. 

Hesi nýggju skúlatilboðini skulu, eftir ætlan, byrja longu eftir summarfrítíðina í ár.

Jenis av Rana segði, at við førleikameting kunnu tey tilkomnu verða frítikin frá starvsvenjing, so tey í størri mun sleppa til arbeiðis. 

Og gjøgnum fjarundirvísing kunnu tey tilkomnu verða minni burturi frá heimi og børnum.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður, helt røðu á aðalfundinum í Heilsuhjálparafelagnum leygardagin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423