Hilmar Eliasen fór úr stjórasessinum í februar

Hilmar Eliasen fór úr stjórasessinum í februar
Sambært fráfaringaravtaluni fær fráfarni stjórin á Strandferðsluni løn restina av árinum
Hilmar Eliasen, fyrrverandi stjóri á Strandferðsluni.
 
27.04.2022 - 13:01

Stjórin á Strandferðsluni reisti seg úr stjórastólinum longu 21. februar. 

Á fundi við aðalstjóran henda dagin var fyrstu ferð umrødd ein fráfaringaravtala við Hilmar Eliasen, sum tá avtornaði fór úr starvinum smáar tveir mánaðir seinni.

Mánadagin 21. februar er fundur millum Hilmar Eliasen, stjóra á Strandferðsluni, og Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum.

Fíggjarmálaráðið noktar innlit í fundarfrágreiðingina frá hesum fundi. Men aðalstjórin sigur tó um fundin, at her var "møguleikin fyri at gera fráfaringaravtalu umrøddur." 

Sambært aðalstjóranum í fíggjarmálaráðnum er hetta fyrstu ferð, at ein fráfaringaravtala verður umrødd.

Spurdur, hvør av pørtunum - strandferðslustjórin ella aðalstjórin - nevndi møguleikan fyri fráfaringaravtalu, hevur Bjarni Askham Bjarnason onga viðmerking. Hin parturin, Hilmar Eliasen, er ikki at fáa fatur á í dag.

 

Landsstýrismaðurin farin frá

Fimm dagar frammanundan, 16.februar, er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum farin frá. Eingin landsstýrismaður er tí við á hesum fundi við strandferðslustjóran, ið skal vísa seg at vera avgerandi fyri hansara framtíð í sessinum.

Dagin eftir fundin - týsdagin 22.februar - verður Hilmar Eliasen sjúkraskrivaður. 

Sambært aðalstjóranum verður strandferðslustjórin sjúkraskrivaður í tveimum umførum. Hann kom ikki aftur til arbeiðis. 

Smáar tveir mánaðir seinni - 11. apríl - er Hilmar Eliasen ikki longur stjóri á Strandferðsluni.

 

Fráfaringaravtalan, sum Fíggjarmálaráðið gjørdi við Hilmar Eliasen.

 

Løn restina av árinum

Ein fráfaringaravtala er gjørd millum partarnar, sum fríttstillar stjóran, sum tó fær løn restina av árinum.

Setanarsáttmálin, sum Hilmar Eliasen gjørdi við táverandi Samferðslumálaráðið, tá hann tók við sum strandferðslustjóri á vári í 2017, nevnir einki um rætt til løn, um stjórin fer frá í ótíð.

Um uppsøgn stendur bara, at stjórin kann siga seg úr starvi við tríggjar mánaða fráboðan. Og aðalráðið kann siga stjóran úr starvi við seks mánaða fráboðan.

Við útvarpið 11.apríl segði Hilmar Eliasen, at hann hvørki hevði sagt seg úr starvi ella er uppsagdur:

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Enn er eingin almenn frágreiðing komin um orsøkina til, at stjórin á Strandferðsluni fór úr starvinum. 

Fíggjarmálaráðið veit ikki enn, nær stjórastarvið á Strandferðsluni verður lýst leyst. Fyribils er Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari, stjóri á Strandferðsluni
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Sending við countrytónleiki
189254
Leygardag 15. mars
Upp á tá - 140325
189245
Leygardag 15. mars
Vikan 15. mars 2025
189241
Leygardag 15. mars
Morgunlestur leygardagur 15. mars 2025
188902
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119