Russiskt hernaðarflogfar var í donskum loftrúmi

Russiskt hernaðarflogfar var í donskum loftrúmi
Fríggjakvøldið var eitt russiskt hernaðarflogfarð skrásett í donskum loftrúmi, nærhendis Bornhold.
 
01.05.2022 - 12:58

- Vit rokna við, at tað var tilvitað, sigur Anders Puck Nielsen frá Verjuakademiinum við TV2.

Hann sigur, at Russland ger tað fyri at royna og kanna donsku tilbúgvingina, og samstundis senda boð um, at Danmark ikki skal kenna seg ov trygt.

Russiska hernaðarflogfarið var ikki leingi í donskum loftrúmi.

Flogfarið fleyg nakað omanfyri ein kilometur, áðrenn tað flutti seg yvir í svenskt loftrúm.

Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, sigur, at hendingin kann als ikki góðtakast.

Russiski sendimaðurin í Danmark er eisini biðin um at koma á fund í danska Uttanríkisráðnum í morgin.

Í somu løtu, sum russiska hernaðarflogfarið varð skrásett í danska loftrúminum og ikki svaraði boðum frá donskum myndugleikum, vóru donsk hernaðarflogfør send í luftina sum ávaringartekin.

Anders Puck Nielsen frá Verjuakademinum roknar ikki við, at hetta er seinastu ferð, at russisk hernaðarflogfør fara inn í danskt loftrúm.

- Danmark hevur stuðlað Ukraina í krígnum, og tað nívir hjá russarum.

- Vit kunnu avgjørt rokna við, at hetta fer at henda aftur, sigur Anders Puck Nielsen við TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109