Slættur sjógvur og gott lag

Slættur sjógvur og gott lag
Tað var kalt og slættur sjógvur, tá svimjifelagið Flot skipaði fyri svimjing um Skálafjørðin í samband við mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu
02.05.2022 - 14:08

Erling Eidesgaard var fyrstur um fjørðin, meðan Súsanna Skúlv var fremst hjá kvinnunum, tá svimjifelagið, Flot, skipaði fyri havsvimjing av Skála til Skipanesar um vikuskiftið.

Svimjingin var partur av mentanarvikuni hjá Runavíkar kommunu.

Ein av svimjarunum var Jens Mortan Rasmussen, sum í løtuni venur hart til ætlaðan Iron Man.

 - Hetta er ein partur av at venja seg við at svimja á sjónum. Eg tími so ill at svimja á sjónum, men upp á hendan mátan kann eg fáa sjógvvenjingina, segði Jens Mortan Rasmussen.

Meir um komandi jarnmannin kann hoyrast í reportagu, sum Finnur Koba hevur gjørt.


Jens Mortan Rasmussen ger seg kláran at svimja um Skálafjørðin


Gott lag til kunningarfundin leygarmorgunin


Heiti potturin kom væl við eftir túrin í kalda sjónum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846