48 mia. kr. í avlopi fyrsta ársfjórðing

48 mia. kr. í avlopi fyrsta ársfjórðing
Orsøkin til góða úrslitið hjá Mærsk er, at prísurin á flutningi støðugt hækkar
Mærsk hevði aftur eitt gott úrslit fyrsta ársfjórðing í ár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.05.2022 - 09:48

Mærsk hevði 48 milliardir kr., í vinningi í fyrsta ársfjórðingi, og tað er tað mesta nakrantíð, skrivar Ritzau.

Í fjør var vinningurin hjá felagnum 19 milliardir kr. fyrstu tríggjar mánaðirnar.

Orsøkin til góða úrslitið er, at prísurin á flutningi støðugt hækkar.

Tað hevur við sær, at úrslitið hjá Mærsk er meir enn tvífaldað, og hevur økt umsetningin við meir enn einari helvt, stendur í frágreiðingini frá felagnum fyri fyrsta fjórðingsár, skrivar Ritzau.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327