Burturkast: Fyrst størri endurnýtsla og endurvinning

Burturkast: Fyrst størri endurnýtsla og endurvinning
Nýggj kunngerð er gjørd, og land og kommunur skulu gera eina landsætlan um burturkast
Kunngerðin setur karmarnar fyri einum undirstøðukervi til størri endurnýtslu og endurvinning.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.05.2022 - 08:22

Uppskot er gjørt um nýggja kunngerð um burturkast, sum skal koma fyri ta galdandi, sum er frá 1995.  

Tað nýggja er, at kunngerðin setur karmarnar fyri einum undirstøðukervi til størri endurnýtslu og endurvinning. 

Kunngerðin sigur, at kommunurnar skulu handfara burturkast sambært einari raðfesting, sum er endurnýtsla fyrst, síðani  endurvinna, onnur gagnnýtsla og so burturbeining. 

 

Gera landsætlan

Land og kommunur skulu saman gera eina landsætlan um burturkast.

Síðani skal ein kommunal ætlan um burturkast gerast, sum skal seta landsætlanina í verk. Ætlanirnar skulu galda í 10 ár.

Kunngerðin hevur nøkur minstukrøv um, hvussu nógvir bólkarnir eru, sum burturkast skal skiljast í. Men landsætlanin skal siga neyvt, hvussu handfaringin av burturkasti verður.

 

Sent til hoyringar

Og sambært tí skulu kommunurnar áseta reglur um, hvussu fólk og vinna skulu lata burturkast til innsavningarskipanina ella til tey kommunalu móttøkuplássini.

Uppskotið um nýggju kunngerðina um burturkast er sent til hoyringar.

Hoyringarfreistin er til 2.juni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329