Jákup á Borg skal bjarga B68

Jákup á Borg skal bjarga B68
Jákup á Borg er settur sum venjari í B68. Fyrrverandi B36-venjarin skal bjarga felagnum plássið í bestu deildini
Jákup á Borg er nýggjur venjari hjá B68, har André Olsen (t.h.) eisini starvast
 
18.05.2022 - 17:23

Jákup á Borg er nýggjur B68-venjari.

Felagið á Toftum hevur leitað eftir nýggjum venjara, síðan Øssur Hansen segði seg ur starvið fyri góðari viku síðan, og valið fall á fyrrverandi B36-venjaran.

Á Toftum eru fleiri gamlir kenningar hjá Jákupi á Borg. André Olsen, sum var partur av B36-venjaratoyminum, er hjálparvenjari, og Lukasz Cieslewicz spælir við besta liðnum og er ungdómsvenjari í felagnum. 

Jákup á Borg var venjari í B36 í fleiri ár, áðrenn hann gavst seint í 2020. Í fjør hjálpti hann til í EB/Streymi í eina tíð.

B68, sum liggur aftast í Betri-deildini saman við Skála, byrjaði væl í ár, men er uppsteðgað og hevur bert fimm stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860