Eingin trupulleiki at fáa pengar frá russiskum skipum

Eingin trupulleiki at fáa pengar frá russiskum skipum
Faroe Agency og Faroe Ship umboða russisk skip í Føroyum og leggja út fyri tey
Havnarstongsulin móti russiskum skipum, sum kemur í gildi 24.juni, umfatar ikki fiskiskip.
 
09.06.2022 - 11:47

Eingin trupulleiki er at fáa pengar fyri tær tænastur, sum russisk fiskiskip keypa í Føroyum, hóast nógv bankasamband við Russland er kvett.

Faroe Agency og Faroe Ship umboða russisk skip í Føroyum og leggja út fyri tey.

Sambært teimum ber hetta til, hóast nógv tiltøk eru sett í verk móti Russlandi.

Havnarstongsulin móti russiskum skipum, sum kemur í gildi 24.juni, umfatar ikki fiskiskip.

Ikki øll eru so fegin um tað.

Felagið Heimafriður sigur, at landsstýrið gevur framvegis russiskum fiskiskipum undantaksloyvi at dálka og larma í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303