Bulgarar krevja stjórnina frá

Bulgarar krevja stjórnina frá
Ógvuslig kravgonga var í Bulgaria í nátt, tá 10.000 fólk vóru á gøtuni í Sofia fyri at mótmæla stjórnina
 
24.07.2013 - 10:15

Mótmælisfólkini leggja politisku skipanina undir at vera eitt fámannaveldi, og ráðharrarnar og tingmenninir undir at vera korruptar.

 

Mannamúgvan savnaðist uttan fyri tinghúsið í høvuðsstaðnum, har politikarar vóru staddir. Samanbresturin við løgregluna varð ógvusligur. Átta fólk og tveir løgreglumenn komu til skaða. Onnur 200 vóru handtikin.

 

Friðarligar mótmælisgongur hava verið í Bulgaria seinastu 40 dagarnar. Fólkini krevja, at stjórnin, sum tók við valdinum í mai, skal frá. Hetta var kortini fyrstu ferð, at mótmælisfólkini bresta saman við løgregluna.

 

Forsetin Rosen Plevneliev hevur sagt við almennu sjónvarpsrásina BNT, at friður skal ráða. Hann hevur heitt á mótmælisfólkini um at binda frið, so meira órógv ikki stendst av samanbrestinum.

 

Stjórnarskiftið var í Bulgaria í mai. Tá legði konservativa stjórnin hjá Boyko Borisov frá sær eftir ógvusligar mótmælisgongur. Fólkini kravdu tá, at stjórnin tjóðartekur el-veitingarfeløgini fyri at hava tamarhald á el-prísunum, men tað hevur stjórnin higartil noktað.

 

Boyko Borisov hevur nú sagt, at stjórnin skal leggja frá sær.

 

- Tað eru fólkini, sum lata politikarum valdið. Tað má stjórnin virða, sigur hann. Tað sama segði Borisov, tá stjórnin hjá honum legði frá sær í februar.

 

Bulgaria er fátækasta landi í ES. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542