SV: Snowden og Manning eiga at fáa friðarheiðursløn

SV: Snowden og Manning eiga at fáa friðarheiðursløn
Sosialistiski Vinstraflokkurin í Noregi mælir til at geva teimum báðum amerikonsku avdúkarunum, Edward Snowden og Bradley Manning, friðarheiðursløn Nobels
Amerikanski avdúkarin, Edward Snowden, átti at fingið friðarheiðursløn Nobels, heldur framstandandi norskur politikari.
 
24.07.2013 - 12:00

Næstformaðurin í uttanríkis- og verjunevndini í norska Stórtinginum, Snorre Valen, limur í Sosialistiska Vinstraflokkinum, heldur, at teir báðir skulu luta friðarheiðursløn Nobels í millum sín í 2014.

Avdúking endaði Irak-kríggið
- Bradley Manning hevur avdúka skjøl, sum vóru við til at enda Irak-kríggið. Hann avdúkaði eisini ágang, sum heimurin átti at vita. Edward Snowden hevur avdúkað umfatandi avlurting, sum vit øll eru offur fyri í heitinum “stríðið ímóti yvirgangi”, sigur Snorre Valen.

Svenskur professari
Svenski professarin í sosiologi, Stefan Svallfors, útnevndi í farnu viku eisini Snowden. Frammanundan hevur norðurírski friðaraktivisturin og friðarheiðurslønarmóttakarin, Mairead Corrigan-Maguire, útnevnt Manning sum møguligan friðarheiðurlønarmóttakara.

Valen skrivar í grundgevingunum, at hann í útgangsstøðinum ikki tekur undir við at leka loyniligar upplýsingar, men han heldur avdúkarar vera týdningarmiklar at verja almenningin móti ólógligari avlurting. Hann metir, at USA jagstrar beinleiðis teir báðar avdúkararnar.

Kelda: NTB og Aftenposten

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531