Gevst sum ítróttastjóri í AB

Gevst sum ítróttastjóri í AB
Jonas Dal Andersen fer í starv hjá FC Midtjylland, men hann verður virkandi høvuðsvenjari á Argjum til summarsteðgin
Jonas Dal Andersen fer í starv hjá FC Midtjylland. Hann skal hava ábyrgd av samstarvinum við FC Ebedei í Nigera.
 
15.06.2022 - 08:54

Jonas Dal Andersen gevst sum ítróttastjóri í AB.

Hann er settur í starv hjá danska fótbóltsfelagnum FC Midtjylland, har hann skal hava ábyrgd av samstarvinum við nigerianska FC Ebedei, sum er partur av ungdómsakademiinum hjá danska felagnum.

AB skrivar á heimasíðuni, at hann byrjar í starvinum 1. august.

Hann verður virkandi høvuðsvenjari á Argjum til summarsteðgin.

Jonas Dal Andersen tók við sum fyribils venjari, tí Sámal Erik Hentze segði seg úr starvi.

Í andglettin

AB og Jonas Dal Andersen komu í andglettin herfyri, tá ið tað kom fram, at útlendskir spælarar, sum komu til AB í vetur, rindaðu størstan partin av lønini beinleiðis aftur til AB.

45 ára gamli Jonas Dal Andersen hevur fyrr starvast hjá FC Midtjylland. Hann var í venjaratoyminum árini frá 2003 til 2013.

FC Ebedei í Nigeria hevur í fleiri ár vant spælarar, sum síðani eru farnir til FC Midtjylland at spæla.

AB arbeiðir nú við at seta nýggjan høvuðsvenjara til besta mansliðið.

Gongst sum ætlað, verður venjarin settur í hesari vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985