Assange kann útflýggjast USA

Assange kann útflýggjast USA
Hægstirættur í Bretlandi staðfesti avgerðina í mai, og nú hevur innanríkisráðharrin eisini gjørt av, at hann kann útflýggjast
Julian Assange hevur fingið tvær vikur at kæra avgerðina hjá bretska innanríkisráðharranum.
 
17.06.2022 - 11:04

WikiLeaks-stovnarin, Julian Assange, skal útflýggjast USA. 

Tað hevur bretski innanríkisráðharrin, Priti Patel, tikið avgerð um í dag. 

Avgerðin er tikin eftir, at hægstirættur í Bretlandi í farna mánaði staðfesti, at hann kann útflýggjast USA, eftir at hava fingið vissu fyri, at fongsulsumstøðurnar í USA eru nøktandi. Tí er útflýggjanin ikki eitt brot á hansara mannarættindi.

USA vil hava hann útflýggjaðan, so tað kann roynast í rættinum, at Assange hevur likið loynilig skjøl í 2010 og 2011. 

Julian Assange hevur fingið tvær vikur til at kæra avgerðina hjá bretska innanríkismálaráðharranum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Hósdag 12. mars
Andglettur
205530
Hósdag 12. mars
Fyrsta val 12. mars 2026
205529
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459