Havbúnaðarfelagið: Politisk stýring fyri at skapa arbeiðspláss

Havbúnaðarfelagið: Politisk stýring fyri at skapa arbeiðspláss
Verður laksur fluttur úr Suðuroynni til kryvjingar, skal eins nógvur laksur fara norðaneftir í Suðuroynna
Laksur verður virkaður á Bakkafrost á Glyvrum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.06.2022 - 08:56

Havbúnaðarfelagið heldur fast um, at tað er eitt stórt og heilt óvanligt inntriv í verandi virksemi hjá alivinnuni at krevja, at verður laksur fluttur úr Suðuroynni til kryvjingar, skal eins nógvur laksur fara norðaneftir í Suðuroynna.

Ein slík áseting ber boð um eina vinnupolitiska hugsan frá farnum tíðum. Talan er um politiska stýring fyri at skapa arbeiðspláss. 

At lóggeva framleiðsluforðingar inn í eina vinnu, sum er í harðari altjóða kapping, er ikki til gagns fyri hvørki føroyska samfelagið ella Suðuroynna. 

Skal framleiðsla vera í Suðuroynni, skal tað vera tí, tað loysir seg búskaparliga.

Havbúnaðarfelagið endurtekur hetta, nú kunngerðin um laksin í Suðuroynni verður broytt.

 

Kunngerðin hevur sagt, at alilaksur í Suðuroynni skal kryvjast og virkast í Suðuroynni. Men nú kann hann virkast norðanfyri. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

 

Kann virkast norðanfyri

Nú skal bera til at flyta alilaks úr Suðuroynni til kryvjingar og virkingar í øðrum oyggjum. Men treytin er, at í minsta lagi sama nøgd verður flutt suður aftur at virka í sama álmanakkaári. 

Kunngerðin hevur sagt síðani 2018, at alilaksur í Suðuroynni skal kryvjast og virkast í Suðuroynni. Men nú kann hann virkast norðanfyri.

Treytin er tó, at minst líka nógvur laksur verður fluttur suður aftur at virka.  

Havbúnaðarfelagið tekur undir við broytingini, tí hon ger skipanina nakað smidligari.

Samstundis vísir felagið á, at tá broytingin í alilógini, sum gav heimild fyri kunngerðini, var til ummælis, gjørdi felagið vart við, at skeivt er at lóggeva framleiðsluforðingar inn í vinnuna. Hetta heldur felagið fast um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847