BankNordik og Betri eru framvegis SIFI-bankar

BankNordik og Betri eru framvegis SIFI-bankar
Fíggjareftirlitið kannar hvørt ár, um peningastovnar lúka allar treytir fyri at vera SIFI-stovnar
BankNordik er framvegis SIFI-banki
 
24.06.2022 - 14:57

Teir báðir peningastovnarnir í Føroyum, sum eru tilnevndir at vera SIFI-peningastovnar, eru tað framvegis, sigur danska fíggjareftirlitið.

BankNordik og Betri banki eru framvegis so týðandi fyri samfelagið, at teir kunnu ikki fara av knóranum.

Krøvini til SIFI- stovnarnar eru hørð.

Fíggjareftirlitið kannar hvørt ár, um peningastovnar lúka allar treytir fyri at vera SIFI-stovnar. 

Tað er aftur gjørt nú, og niðurstøðan er, at báðir peningastovnarnir lúka treytirnar.

 

Og Betri banki er eisini framvegis SIFI-banki.

 

Stórur javni

Sambært fíggjareftirlitinum var javnin hjá BankNordik 55,6 prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. 

BankNordik hevði 41,3 prosent av øllum útlánum í Føroyum og 37,2 prosent av innlánunum.

Betri banki hevði størri innlán enn útlán. Bankin hevði 42,7 prosent av útlánunum í fjør og 45,7 prosent av innlánunum.

Javnin hjá Betri banka var 49,4 prosent av BTÚ.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391