Føroysku kvinnurnar skulu spæla móti Kosovo

Føroysku kvinnurnar skulu spæla móti Kosovo
Í morgun var lutakast til fyrsta umfar av HM-undankappingini hjá kvinnum. Føroyar skulu spæla móti Kosovo.
 
29.06.2022 - 12:27

Hondbóltssamband Føroyar skrivar, at føroysku kvinnunrnar skulu hitta Kosovo í fyrsta umfarinum av HM-undankappingini. Hetta var avgjørt eftir lutakast fyrr í morgun. 

Lutakastið til fyrsta umfar háttaði seg soleiðis:

Aserbajan – Portugal
Føroyar – Kosovo
Slovakia – Lettland
Ísland – Ísrael
Grikkaland – Bosnia Hersegovina
Ukraina – Luksemborg
Bulgaria – Italia
Eysturríki – Finnland
Stóra Bretland – Turkaland

Liðini skulu spæla tveir play-off dystir, har vinnarin yvir tveir dystir kemur víðari til annað umfar. Har kunnu liðini hitta Kroatia, Spania, Fraklandi, Týsklandi, Ungarn, Montenegro, Norðurmakedonia, Hollandi, Póllandi, Rumenia, Slovenia, Serbia, Sveis ella Kekkia.

Longu nú er avgjørt, at heimadysturin móti Kosovo verður leiktur mikudagin 2. november, meðan útidysturin verður spældur leygardagin 5. ella sunnudagin 6. november. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655