Tórshavnar kommuna gjørt sáttmála um Havnará

Tórshavnar kommuna gjørt sáttmála um Havnará
Mánakvøldið skrivaði Tórshavnar kommuna undir sáttmála við byggifyritøkuna J&K Petersen um fyrsta byggistig
Mynd: Tórshavnar Kommuna  
 
05.07.2022 - 15:51

Fyrsta byggistig, at gera eina opna á í miðbýnum í Havn, fer at kosta 9.458.000 krónur.

Tað er greitt, eftir at Tórshavnar kommuna í gjárkvøldið undirskrivaði sáttmála við byggifyritøkuna, J&K Petersen, um fyrsta byggistig.

Umsitingin hjá kommununi gjørdi útbjóðingartilfar til verkætlanina sambært skipanaruppskoti og projekttilfari.

Tríggir arbeiðstakarar vórðu bodnir at geva tilboð uppá verkætlanina. J&K Petersen átti lægsta tilboðið. Hinar báðar byggifyritøkurnar, sum bjóðaðu, vóru Húsavarðartænastan og Articon.

Tað eru Zeta Architects, sum hava gjørt uppskotið, har arbeitt verður við teimum trimum hugtøkunum botnur, áarbakki og vatn.

Byggingin fer fram í trimum stigum - fyrsta stigið fer í gongd eftir ólavsøku og verður liðugt til jóla.

Restin av arbeiðnum verður gjørt komandi ár í tveimum stigum, soleiðis at tað ikki órógvar høgtíðir og ólavsøku.

Samlaði kostnaðurin, fyri at fáa eina á at renna gjøgnum gjøgnum miðbýin í Havn, er mettur til 12 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688