Nú steðgar øll flúgving

Nú steðgar øll flúgving
SAS og flogskipararnir samdust fríggjadagin um, at hóast flogskipararnir hava boðað frá verkfalli, so fer felagið framvegis at flúgva ferðafólk heim frá fjarskotnum ferðamálum
 
10.07.2022 - 15:37

Flogfelagð hevur sambært flogskiparunum brotið avtaluna um ikki at flúgva til ferðamál, har fleiri onnur flogfeløg longu flúgva, skrivar DR í dag.

Tí vilja flogskipararnir nú steðga avtaluni um at flúgva ferðafólk heim, skrivar fakfelagið, Dansk Metal

Sambært Dansk metal hevur SAS sent flogfør til væl umtókt ferðamál sum Rhodos, Kreta og Mallorca. Danskt metal vísir nú á, at fleiri møguleikar eru hjá ferðafólki at sleppa heim frá hesum ferðamálum, og SAS hevur tí brotið avtaluna við at flúgva eftir strandaðu ferðafólkunum

SAS svarar nú aftur og sigur, at felagið ikki eru samt í útsøgnini hjá flogskipararninum um, at tað eru fleiri møguleikar hjá ferðafólkunum at sleppa heim. Eitt talsfólk hjá SAS sigur, at felagið á ongan hátt hevur víst manglandi virðing fyri flogskiparunum ella nøkrum øðrum, ið eru sett í samband við hetta arbeiði. 

- Vit virða øll tey fyrisitingarligu krøvini, sum flogskipararfakfelagið hevur sett fyri at kunnu fremja allar neyðugar flúgvingar, sigur talsfólkið hjá SAS.

flogfelagið er nú eisini komið við einari skrivligari umbering, har dentur verður lagdur á, at SAS ger alt fyri at hjálpa ferðafólkum, ið eru komin í keðiligar støður orsakað av verkfallinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852