Zelenskyj: Russland farið í opið gasskríggj

bannari
Zelenskyj: Russland farið í opið gasskríggj
Russland skrúvar niður fyri gassveitingini til Evropa, tí rør skulu umvælast, siga russar sjálvir
Russar skerja gassveitingina gjøgnum Nord Stream 1 til Evropa.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.07.2022 - 08:25

Russar skrúva nú niður fyri gassveitingini til Evropa.

Russland boðaði í gjár frá, at landið frá í morgin fer at minka gassveitingina gjøgnum rørleiðingina, Nord Stream I, til Evropa.

Orsøkin til, at Russland nú skrúvar niður fyri gassinum, er, at rørini skulu umvælast, siga russar sjálvir.

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, er firtin um boðini frá almenna russiska gassveitaranum, Gazprom.

 

Gasskríggj

Zelenskyj sigur, Russland er farið í "opið gasskríggj" og fremur "okkurt slag av yvirgangi", í royndini at gera veturin í Evropa so truplan sum gjørligt.

Nord Stream I flytur hvørt ár 55 milliardir rúmmetrar av gassi úr Russlandi til Týsklands.

Tað er nóg mikið til at hita umleið 26 milliónir heim í Evropa við gassi.

Týskland telist millum londini, sum er mest tengd av russiskum gassi. Fleiri onnur lond í Evropa, eitt nú Italia, fáa eisini nógv gass, sum kemur gjøgnum Nord Stream I.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329