Stoltenberg takkar Turkalandi fyri kornavtalu

bannari
Stoltenberg takkar Turkalandi fyri kornavtalu
Fyrsta lastin við korni úr Ukraina fór úr Odesa í dag
Farmaskipið Razoni, sum er skrásett í Sierra Leone, var fyrsta skipið, sum loysti í ukrainska havnarbýnum Odesa við korni.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.08.2022 - 15:12

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, takkar Turkalandi, eftir at fyrsta lastin við ukrainskum korni er farin úr havnini í Odesa í dag.

- Eg ynski fyrstu lastini av korni úr Odesa vælkomnari. Eg takki sameinda okkara, Turkalandi, fyri týðandi leiklutin í hesum máli, skrivar Stoltenberg á Twitter.

Hetta er fyrstu ferð síðani tíðliga í februar, at skip, sum er fermt við korni, er farið úr Ukraina.

 

Ferð komin á

Ferð er komin á útflutningin av korni, eftir at Russland og Ukraina 22. juli gjørdu hvør sína, men sama slag avtalu við Turkaland og ST um at senda korn úr Odesa.

Bæði londini vóru høvuðsútflytarar av matvørum til allan heimin.

- NATO-sameind taka fult og heilt undir við avtaluni fyri at bøta um altjóða matvørukreppuna, sum er íkomin, orsakað av russisku innrásini í Ukraina, sigur Stoltenberg.

 

Sí videomyndir frá AP-tíðindastovuni her:

 

KORN_UKRAINA_NET

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334