Dýrt at vera sálarsjúkur

Dýrt at vera sálarsjúkur
Sálarsjúk í Danmark tjena minni, men hava stórar útreiðslur í sambandi við heilsuna. Støðan er helst tann sama í Føroyum, heldur Sinnisbati
Tað er dýrt at vera sálarsjúkur. (Savnsmynd)
 
12.08.2022 - 14:28

Tað kostar at vera sálarliga sjúkur, vísir ein nýggj kanning frá Aarhus Universiteti. 

Fólk við sálarligum sjúkum tjena minni, og tey hava eisini størri útreiðslur í sambandi við heilsu. 

Kanningin vísir millum annað, at fólk í Danmark, sum eru sálarliga sjúk, forvinna í meðan 142.500 kr. minni um árið enn fólk, sum ikki eru sálarliga sjúk.

Kanningin vísir eisini, at fólk, sum eru sálarliga sjúk, hava í meðal 31.500 kr. í eykaútreiðslum um árið í sambandi við heilsuna.

 

Gunnhild Persson er aðalskrivari í Sinnisbata. 

 

Støðan helst tann sama í Føroyum

Gunnhild Persson, aðalskrivari í Sinnisbata, sigur í viðmerking við Kringvarpið, at hóast ongi føroysk tøl eru, sum lýsa fíggjarstøðuna hjá teimum, ið eru sálarliga sjúk, so er varhugin tann, at støðan er ikki nógv øðrvísi í Føroyum enn í Danmark. 
 
- Vit síggja ofta somu rák her sum í Danmark, sigur Gunnhild Persson.

Hon leggur aftrat, at Sinnisbati hevur ætlanir um at kanna fíggjarstøðuna hjá teimum, sum  stríðast við sálarliga sjúku í Føroyum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377