Hava innflutt brennievni fyri meira enn eina milliard í ár

Hava innflutt brennievni fyri meira enn eina milliard í ár
Tilsamans er innflutt fyri 5,8 milliardir krónur fyrra hálvár
Brennievni er dýrkað nógv í hesum árinum, og tað sæst eisini aftur í innflutningstølunum.
 
19.08.2022 - 15:09

Innflutningurin fyrra hálvár í ár er vaksin 1,5 milliardir krónur sammett við fyrra hálvár 2021. Tá eru skip og flogfør tikin við. Vøksturin har er ein hálv milliard, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Tilsamans er innflutt fyri 5,8 milliardir krónur fyrra hálvár.

Tað er serliga innflutningurin av brennievni, ið er nógv vaksin. Hann er vaksin hálva milliard, úr 561 milliónum upp í 1 milliard og 61 milliónir. Vøksturin er 89 prosent.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av rávørum til fiskavirking, har vøksturin er 43 prosent.

Vinnan hevur eisini innflutt meira til hav- og landbúnað og til aðra framleiðslu. Her er vøksturin ávikavist 31 prosent og 30 prosent. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807