Audi fer at luttaka í Formil 1

Audi fer at luttaka í Formil 1
Frá 2026 fer týski bilframleiðarin Audi at veita motrara til eitt Formil 1-lið
Umhvørviskrøvini, ið verða nógv herd í Formil 1 næstu árini, er orsøkin til, at Audi nú fer at luttak í F1
Mynd: Stephane Mahe/Reuters/Ritzau/Scanpix  
 
26.08.2022 - 13:25

Í dag kunngjørdi týski bilframleiðarin Audi, at Audi hevur ætlanir um at gerast veitari av motorum til eitt lið í Formel 1 í 2026. 

Hetta hendi í sambandi við ein tíðindafund á belgiska Spa-kappkoyringarbreytini, har tað um vikuskiftið verður Formil 1-kappkoyring.

Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at Audi luttekur í F1. 

Enn er ikki greitt, hvat lið fær gleði av Audi-motorunum. Tað verður ikki almannakunngjørt fyri enn við ársenda. 

"Kappkoyring er ein partur av grundvøllinum undir Audi. Formil 1 er bæði ein heimsumfatandi pallur fyri okkara vørumerki, men eisini ein góð avbjóðing fyri okkara menningarstovur," sigur Markus Duesmann, sum er nevndarformaður í Audi. 

F1-motorurin verður mentur og bygdur á Audi-verksmiðjuni í Neuburg, sum liggur nærhendis Inglostadt í Týsklandi. 

Tað eru serliga nýggju umhvørviskrøvini, sum verða sett í gildi í F1 næstu árini, ið hevur gjørt, at Audi nú fer inn í heimsins fremsta motorítrótt. 

Broytingarnar fara at merkja, at F1-motorarnir frá 2026 skulu vera minst 50 prosent el-riknir. 

Samstundis skal brennievnið, ið verður brúkt í F1-motorunum vera 100 prosent burðardygt. 

Í F1-umhvørvinum verður væntað, at tað verður Alfa Romeo-liðið, sum fer at samstarva við Audi um motorarnar. Í løtuni koyrir Alfa Romeo, sum kallaðist Sauber, við motorum frá Ferrari. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982