Føroyskir tónleikarar á stórar evropiskar showcase-festivalar

Føroyskir tónleikarar á stórar evropiskar showcase-festivalar
Føroyskir tónleikarar eru umboðaðir á fleiri stórum showcase-festivalum í Evropa í næstum, kunnger føroyska tónleikaútflutningsstovan, FMX, í tíðindaskrivi
Føroyskir tónleikarar eru væl umboðaðir á útlendskum showcase-festivalum í heyst og vetur
 
29.08.2022 - 14:07

Tá stóri íslendski festivalurin, Iceland Airwaves, verður hildin í Reykjavík fyrst í november, eru fimm føroysk tónleikanøvn á skránni, og so nógv hava ongantíð áður spælt á íslendska showcase-festivalinum eitt og sama ár. 

Tað boðar Faroe Music Export (FMX), ið er føroyska tónleikaútflutningsstovan, frá í tíðindaskrivi.

Showcase-festivalar eru tónleikafestivalar, har áhoyrarar, tónlistafólk og tónleikavinnan møtast. Eitt slag av framsýningarfestivali fyri tónleikarar og tónleikavinnuna. 

Fyrst í september framførir Dania O. Tausen sum fyrsta føroyska tónlistafólk nakrantíð á Vill Vill Vest í Bergen, sum er ein festivalur, ið ikki er ólíkur SPOT í Danmark.

Bara tvær vikur seinni byrjar by:Larm-festivalurin í Oslo, sum sambært festivalinum sjálvum er bæði tann størsti og týdningarmesti showcase-festivalurin í Skandinavia. Her sleppa áhoyrararnir og tónleikavinnan at uppliva bæði Brimheim og Joe & The Shitboys.

Bara eina viku eftir by:Larm er tann stóri og viðurkendi Reeperbahn festivalurin á skránni. Festivalurin í Hamburg sigst vera tann størsti og týdningarmesti showcase-festivalurin á einum av heimsins størstu musikkmarknaðum  Týsklandi. Eisini her eru Joe & The Shitboys og Brimheim við.

Marius DC, ið vann Sement 2022, fer eisini út at ferðast. Ungi hipphopparin og rapparin er, sum tað fyrsta føroyska listafólkið higartil, úttikið til festivalin New Skool Rules í Rotterdam í oktober. Hetta er ein showcase-festivalur, ið lýsir við at vera tann størsti showcase-festivalurin fyri hipphopp og rapp í Evropa.

Marius er eisini eitt av teimum fimm listafólkunum, sum skulu spæla á Iceland Airwaves saman við Janusi Rasmussen, Brimheim, Kóboykex og Guðrið Hansdóttir.

"Hetta er rættiliga spennandi tíð hjá føroyskum tónleiki og tónleikavinnuni," sigur Glenn Larsen, stjóri í FMX.

"Umframt alt tað, ið er nevnt omanfyri, so hava vit gott samskifti við Trondheim Calling, sum verður í februar 2023. Vit vænta eisini at fáa pláss til fleiri føroysk tónlistafólk á stórum festivalum, sum t.d. Eurosonic (ESNS) í januar, Tallinn Music Week, og SPOT í mai."

Umboð fyri bæði Reeperbahn Festival  í Hamburg og The Great Escape í Brighton vóru millum luttakararnar á G! Festivalinum í ár, her tey upplivdu fleiri konsertir við føroyskum tónlistafólkum, føroyska mentan og høvdu fundir við føroysku tónleikavinnuna.

 

Showcase-festivalar við føroyskari luttøku
Vill Vill Vest er í Bergen millum 1. og 3. september
by:Larm er í Oslo millum 15. og 17. september
Reeperbahn Festival er í Hamburg frá 21. til 24. september
New Skool Rules er í Rotterdam í Hollandi frá 7. til 9. oktober
Iceland Airwaves er í Reykjavik frá 3. til 5.november

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375