Bretland: Liz ella Rishi

Bretland: Liz ella Rishi
Seinnapartin í gjár endaði atkvøðugreiðslan um, hvør skal taka við sum konservativur leiðari eftir Boris Johnson, og harvið eisini gerast nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.
Liz Truss og Rishi Sunak uttan fyri Downing Street nummar 10, haðani annað teirra nú skal stjórna Bretlandi
Mynd: Leon Neal/Getty Images  
 
03.09.2022 - 13:31

Í eina tíð eru fleiri valevnið sáldað frá, so valið í konservativa Tory-flokkinum nú til endans bara stóð millum Liz Truss og Rishi Sunak.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni verður almannakunngjørt mánadagin, og týsdagin fer Boris Johnson formliga at boða Elizabeth II drotning frá, at hann leggur frá sær.

Liz Truss er stórfavorittur at taka við sum nýggjur konservativur leiðari eftir Boris Johnson, sum eftir hópin av alskyns gølum í juli mánaði mátti boyggja seg fyri innanfloks trýsti og boða frá, at hann legði frá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959