Sandshavið til fiskiskap

Sandshavið til fiskiskap
Seinnapartin loysti Sandshavið av Sandi á fyrsta túri til fiskiskap. Nú skal manningin fyrst læra skipið at kenna, sigur skiparin.
 
10.09.2022 - 15:53

Frystilínuskipið Sandshavið fór seinnapartin sín fyrsta túr til fiskiskap.

Skipið varð keypt úr Íslandi og kom til Føroya síðst í mai mánaða, og síðstu mánaðirnar eru ymsar ábøtur gjørdar á skipið.

17 mans eru við á hesum fyrsta túrinum, har roynt verður vestanfyri Føroyar, sigur Eyvarur Petersen, skipari.

Á fyrsta túrinum skal manningin læra skipið at kenna, og tí verður hetta meira at rokna sum ein royndartúrur, ið ætlandi verður eini 10 dagar, sigur skiparin. Hann væntar, at vanliga fara at vera eini 14-15 mans við skipinum.

Sandshavið er smáar 48 metrar langur og 9 metrar breiður, og skipið lastar millum 260 og 300 tons.

Tað er sostatt væl størri enn gamla Sandshavið. 

Hin stóri munurin er, at nýggja Sandshavið hevur frystilast. Skipið klárar at frysta 20 tons um samdøgrið. 

Umframt fiskidagar undir Føroyum hevur Sandshavið kvotu undir Íslandi og Grønlandi, og hevur harumframt sín lutfalsliga part av føroysku kvotuni á Flemish Kap.

Sambært Eyvari Petersen er ætlanin at royna, bæði undir Íslandi og við Grønland, seinni í ár.

Sandshavið er bygt í 1988 og tað kostaði eigarunum umleið 17 milliónir krónur at keypa úr Íslandi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329