ST-aðalfundurin byrjar í dag

ST-aðalfundurin byrjar í dag
Lítil ivi er um, at russiska innrásin í Ukraina fer at seta dám á aðalfundin hesaferð
77. aðalfundurin hjá ST verður settur í dag.
 
20.09.2022 - 08:26

Aðalfundurin í ST byrjar í New York í dag. Talan er um 77. aðalfundin, og lítil ivi er um, at russiska innrásin í Ukraina fer at mynda aðalfundin, sigur tíðindamaðurin hjá DR, Steffen Gram.

ST er undir trýsti, tí stovnurin hevur ikki verið førur fyri at steðga krígnum í Ukraina, og heimsins lond mugu viðganga, at alt tað góða, sum ST eftir ætlan skuldi fremja, hevur ikki borið á mál. 

Tvørturímóti eru tað nógv, sum halda, at talan er um afturstig hjá ST.

 

Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri.

 

Tikið fyri givið

- Ólógliga russiska innrásin í Ukraina, hevur mint okkum á, hvussu týdningarmikið tað er at standa saman um virðini í ST, sum vit alt ov leingi hava tikið fyri givið, sigur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod.

Hann vísir á, at hóast Danmark er lítið land, so kann tað ávirka onnur lond á demokratisku leiðini. Tí fer Danmark at royna at fáa sess í trygdarráðnum hjá ST í 2025 og í 2026, sigur Jeppe Kofod.

Roknað verður eisini við, at Russland fer at koma undir trýst á aðalfundinum í ST, eftir at landið gjørdi innrás í Ukraina. 

 

Fordøma innrásina

Tað verður gjørt við, at heimsins lond fara at finnast hvassliga at Russlandi og fordøma innrásina.

Skuldsetingarnar um russisk krígsbrotsverk í Ukraina fara heldur ikki aftur við borðinum, sigur Steffen Gram.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er í New York, og hann verður við, tá ið aðalfundurin í ST byrjar í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815