Nord Stream: Hava staðfest tríggjar lekar

Nord Stream: Hava staðfest tríggjar lekar
Hetta er illgrunasamt, sigur danskur hernaðargreinari, og Russland vísir ikki aftur, at talan kann vera um sabotasju
Russland vil hava málið um lekarnar í Nord Stream kannað alt fyri eitt.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.09.2022 - 13:43

Felagið Nord Stream 1 og 2 boðar í dag frá, at tveir lekar aftrat eru staðfestir í Nord Stream 1 og 2-gassleiðingunum í donskum og svenskum sjógvi.

Ein leki var staðfestur í gjár.

Talan er sostatt um tríggjar lekar í eitt samdøgur.

- Tað er illgrunasamt, sigur hernaðargreinarin hjá danska verjuakademinum, Anders Puck Nielsen, nú tveir lekar aftrat eru staðfestir í Nord Stream 2-gassleiðingini:

 

27092022_Anders_Puck_
 
 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Russiska stjórnin vísir ikki aftur, at talan kann vera um sabotasju. 

- Einki kann útihýsast beint nú, sigur russiska stjórnin, sum krevur, at málið verður kannað alt fyri eitt, tí tað kann ávirka veitingartrygdina til alt meginlandið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337