Landsstýrið og løgtingið eru óviðkomandi í skattamáli hjá Samherja

Landsstýrið og løgtingið eru óviðkomandi í skattamáli hjá Samherja
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni
Høgni Hoydal sigur, at Samherji brúkti føroysk feløg og FAS-skipanina til at sleppa undan 17 mió. kr. í skatti.
 
29.09.2022 - 08:31

Bæði landsstýrið og løgtingið eru at rokna sum óviðkomandi.

Tað er stutta svarið hjá Una Rasmussen, landsstýrismanni, til Høgna Hoydal, løgtingsmann.

Hann spurdi um skattamálið hjá íslendska felagnum Samherja og um avleiðingarnar av tí.

Høgni Hoydal sigur, at føroysk feløg og FAS-skipanin vóru brúkt til at sleppa undan 17 mió. kr. í skatti.

Men Uni Rasmussen svarar, at hann fær ikki svarað, tí skattalógin sigur, at bannað er skattavaldinum at siga óviðkomandi frá nøkrum av tí, sum tað fær at vita um inntøkur, ogn og vinnuviðurskifti.

Og bæði landsstýrið og løgtingið eru í hesum sambandi at rokna sum óviðkomandi.
 

Høgni Hoydal hevur fingið stutt svar frá Una Rasmussen um skattamálið hjá Samherja. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871