Pantskipanin hjá landsstýrinum skal ikki í løgtingið

Pantskipanin hjá landsstýrinum skal ikki í løgtingið
Handilsvinnufelagið heldur ikki, at uppskotið hjá landsstýrinum um pant ger skipanina smidligari fyri fólk og vinnu
Handilsvinnufelagið mælir til, at uppskotið hjá landsstýrinum um pant verður tikið aftur.
Mynd: Jógvan Skeel Nolsøe  
 
08.10.2022 - 14:36

Handilsvinnufelagið heldur ikki, at uppskotið hjá landsstýrinum um pant ger skipanina smidligari fyri fólk og vinnu.

Tað loysir ongar trupulleikar hjá handilsvinnuni, heldur tvørturímóti.

Handilsvinnufelagið mælir staðiliga frá, at uppskotið hjá landsstýrinum fer í løgtingið.

Handvilsvinnufelagið mælir til, at Umhvørvis- og Vinnumálaráðið finnur eina loysn saman við við Dansk Retursystem umvegis danska Umhvørvismálaráðið.

 

Til Danmarkar

Plastfløskur skulu ikki siglast til Danmarkar at verða kroystar til endurnýtslu.

Tað hevur við sær óneyðugt CO2 útlát. 

Í uppskotinum hjá landsstýrinum stendur, at uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna. 

Hetta má vera ein misskiljing heldur Handilsvinnufelagið. 

Handlar vera noyddir til at gera stórar íløgur í útbúnað, maskinur og høli umframt rakstrarútreiðslur til umsiting, heinting, flutning og so framvegis  

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655