Takk fyri kamparnar, Gurið

Takk fyri kamparnar, Gurið
Gurið Krosslá Augustinussen hevur spælt sín síðsta hondbóltsdyst fyri besta liðið hjá VB. Hon hevur boðað frá, at hon má gevast sum spælari á hægsta stigi vegna stóran skaða
Gurið Krosslá Augustinussen er liðug at spæla hondbólt, tí bæði krossbandið og meniskurin í høgra knæi eru farin.
Mynd: Bjartur Vest  
 
11.10.2022 - 09:15

Eftir 34 ár í hondbólti hevur Gurið Krosslá Augustinussen boðað frá, at hon má gevast at spæla hondbólt.

Høgra knæ er farið, og nú Gurið er vorðin 40 ára gomul, heldur hon, at nú er tíð at gevast sum spælari. 

Tað var í dysti móti Stíf á heimavølli næstsíðsta vikuskifti, at Gurið tíðliga í dystinum fekk skaða. 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 


Gurið Krosslá Augustinussen fór at spæla hondbólt sum seks ára gomul.

Hon hevur verið virkin øll árini og hevur bara spælt við VB í føroysku kappingini, og hóast mongu árini á vøllinum, so kom hesin skaðin illa við.

 


34 ár eru liðin, síðan Gurið fór at spæla hondbólt, og upplivingarnar hava verið nógvar og minningarríkar. Bæði góðar og minni góðar. 

Ein av teimum heilt góðu var, tá ið VB vann greipuna, sigur hon. 

 

Ein stór fyrimynd

At Gurið Krosslá Augustinussen hevur fingið nógvar vinir øll hondbóltsárini kemur greitt til sjóndar í viðmerkingunum til hennara fráboðan á facebook um at gevast.

Knappliga 400 hava reagerað upp á boðini, og fleiri enn 100 heilsanir eru sendar henni.

Eitt sum er afturvendandi millum mongu boðini er tað, at fólk siga, at hon er ein fyrimynd.

 

Marjun Falkvard Danberg:

New div after blockquote

Fyrimyndarliga røsk, og tað verður saknur í tær. 

 

04_gurid_krossla_augustinussen.jpg

Caption: 
Gurið Krosslá Augustinussen var kosin ítróttaFYRIMYNDIN 2020. Mynd: Bjartur Vest

 

Turið Arge Samuelsen:

New div after blockquote

Takk fyri kampin og títt íkast - kempari sum fá.

 

Fyri tveimum árum síðan gjørdi 3-2 eitt innslag um Gurið sum fyrimynd, tá ið hon var í uppskoti sum ítróttaFYRIMYNDIN 2020:

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Jórun Ludvig:

New div after blockquote

Takk fyri óteljandi nógvar spennandi kampar, fyri at deila kamar á landsliðnum og fyri tín stríðsvilja, tú ert ein fyrimynd.

 

Og ítróttafagnaðurin 2020, tá ið Gurið Krosslá Augustinussen varð kosin ítróttaFYRIMYNDIN 2020, sæst her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. mai
Morgunlestur leygardagur 24.mai 2025
192150
Fríggjadag 23. mai
Vikuskiftið 23 mei 2025
192308
Fríggjadag 23. mai
RagnarRokk: Mr.Lordi um Limited Deadition
192292
Fríggjadag 23. mai
Morgunlestur fríggjadagur 23.mai 2025
192149
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. mai
Veðrið
192307
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158