Viðlíkahaldið í tunlunum skal ikki versna

Viðlíkahaldið í tunlunum skal ikki versna
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, sigur, at hann kemur ikki við nøkrum uppskoti úr samferðslupakkanum í løgtingið uttan hann hevur vissu fyri, at meiriluti er fyri tí
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur havt fund við formenninar í samgonguflokkunum.
 
12.10.2022 - 09:28

Skal felagið, sum varðar av Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, takast av, skal vissa vera fyri, at viðlíkahaldið ikki versnar, hóast ókeypis verður at koyra í tunlunum.

Semja var um tað á fundi, sum Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevði við formenninar í samgonguflokkunum mánadagin um samferðslupakkan.

Uni Rasmussen sigur, at hann kemur ikki við nøkrum uppskoti úr samferðslupakkanum í løgtingið uttan hann hevur vissu fyri, at meiriluti er fyri tí.

Meiriluti er ikki í løgtinginum fyri ókeypis koyring í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum.

Í løtuni er einki úr samferðslupakkanum klárt í Fíggjarmálaráðnum at leggja fyri løgtingið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037