- Tíðindi, mentan og ítróttur
Turkaland: 40 fólk deyð í námsvanlukku
Talið á deyðum eftir eina námsvanlukku í Turkalandi í gjárkvøldið, er nú komið upp á 40, sigur innanríkisráðharrin í landinum.
Ráðharrin, Suleyman Soylu, sigur, sambært BBC, at tað nú er eydnast bjargingarfólkunum at fáa 58 onnur námsarbeiðsfólk upp úr kolanáminum.
Umleið 110 fólk vóru til arbeiðis í kolanáminum í gjárkvøldið, tá ið spreingingin hendi, helvtin teirra vóru meira enn 300 metrar niðri í kolanáminum.
Vóna enn at finna fólk á lívi
Bjargingarfólk hava alla náttina roynt at grava seg fram til fólk, sum framvegis eru fangað í kolanáminum, men enn eru fleiri fangað.
Eingi boð eru komin um, at eldur skal vera inni í kolanáminum, og tað ljóðar, at útluftingin eisini riggar, sum hon skal.
Kolanámið, sum er 350 metrar djúpt, er umleið 300 kilometrar norðan fyri turkiska høvuðsstaðin, Ankara.
Ringasta vanlukka í átta ár
Enn er ikki heilt greitt, hvor orsøkin til spreingingina í gjárkvøldið var. Fyribils kanningar benda á, at orsøkin kann vera námsgass, sum eldur festi í.
Turkiski forsetin, Recep Tayip Erdogan, kemur í dag til kolanámið, har ið vanlukkan hendi. Hann sigur, at nógv verður lagt fyri, at ikki fleiri fólk skulu lata lív.
Hetta er ringasta kolanámsvanlukkan í Turkalandi síðani 2014. Tá doyðu 301 arbeiðsfólk í eini námsvanlukku í Soma, ið er har vesturi í landinum.