M. A. Jacobsens virðislønirnar í sjónvarpinum og útvarpinum

M. A. Jacobsens virðislønirnar í sjónvarpinum og útvarpinum
Virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verða latnar í Múllers Pakkhúsi í dag klokkan 17 og handanin verður í sjónvarpinum og útvarpinum
Handanin av M. A. Jacobsens virðislønunum og Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs er í Múllers Pakkhúsi
 
20.10.2022 - 13:52

Klokkan 17 í dag verða virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verða handaðar. 

Sambært skránni verður byrjað við at kórið Silvitni syngur tveir sangir.

Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin, og síðan handar Heðin Mortensen, borgarstjóri, virðislønirnar.

Talan er um M. A. Jacobsens virðislønir fyri fagrar bókmentir, yrkisbókmentir og fyri mentanaravrik, umframt Barnamentarnarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Aftaná syngja Bollarnir tveir sangir.

Handanin av M. A. Jacobsens virðislønunum og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verður víst í sjónvarpinum og at hoyra í útvarpinum.

Harumframt ber til at stroyma handanina her á heimasíðu Kringvarpsins. 

 

>>STROYMINGIN VERÐUR AT SÍGGJA HER

>>HANDANIN KANN HOYRAST HER

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558