Geytin fyllir 10 ár

22.10.2022 - 07:00
Mentan
Geytin fyllir 10 ár
2012 var árið, tá Geytin fyrstu ferð varð handaður einum leikstjóra fyri besta føroyska stuttfilm. Í ár er tað 10. ferð, at Geytin skal handast, tí 2017 datt niðurímillum
"Summarnátt" hjá Sakarisi Stórá var fyrsti føroyski stuttfilmur, ið vann Geytan í 2012
Mynd: úr "Summarnátt"  
 

Í 10 ár hevur Geytin verið einasta gularót hjá bæði spírandi og rótfestum filmsleikstjórum her á landi. 

Andrias Høgenni, Sakaris Stórá og Heiðrikur á Heygum teljast millum filmsleikastjórarnar, sum hava vunnið Geyta-filmsvirðislønina fyri besta stuttfilm, ið er einasta fakliga viðurkenning føroyskur filmur kann fáa her á landi. 

Tá Geyta-virðislønin í kvøld verður handað einum av tilnevndu filmsleikstjórunum, so er tað 10. ferð, at ein filmur verður heiðraður. Í 2017 datt niðurímillum, tí einki føroyskt filmskvøld varð fyriskipað í Norðurlandahúsinum.

"Summarnátt" hjá Sakarisi Stórá vann fyrsta Geytan í 2012. 

 

202201021_NET_GEYTIN_10_AR

 

Hvat: Geytin 2022
Hvar: Norðurlandahúsið
Nær: Kl. 19.30
 

Kringvarpi Føroya sendir fyri fyrstu ferð føroyska filmskvøldið beinleiðis í sjónvarpinum, og so verður tað eisini stroym her á síðuni.

>>Føroyska filmskvøldið verður stroymt her

 

Vinnarar av Geytanum
2012 - Summarnátt, leikstjóri: Sakaris Stórá
2013 - Terminal, leikstjóri: Dávur Djurhuus
2014 - Skuld, leikstjóri: Heiðrikur á Heygum
2015 - Stina Karina, leikstjóri: Andrias Høgenni
2016 - Et knæk, leikstjóri: Andrias Høgenni
2017 - (einki føroyskt filmskvøld)
2018 - 111 góðir dagar, leikstjóri: Trygvi Danielsen
2019 - Ikki illa meint, leikstjóri: Andrias Høgenni
2020 - Hví eru vit her?, leikstjórar: Búi Dam & Dánjal á Neystabø
2021 - Handanland, leikstjóri: Barbara Lervig

 

Bæði áskoðararnir í Norðurlandahúsinum og sjónvarpshyggjararnir kring landið kunnu atkvøða um, hvør filmur skal hava Áskoðaravirðislønina. 

Atkvøðugreislan um Áskoðaravirðislønina fer fram umvegis Sona-appina, sum skal takast niður áðrenn Geytahandanin byrjar. 

Geyta vinnarin fær 40.000 krónur, sum Runavíkar kommuna letur, meðan vinnarin av Áskoðaravirðislønini fær 30.000 krónur, sum Tórshavnar Kommuna letur. 

 

Vinnarar av Áskoðaravirðislønini
2012 - Mist, leikstjóri: Annika á Lofti
2013 - Munch, leikstjóri: Jónfinn Stenberg
2014 - Skuld, leikstjóri: Heiðrikur á Heygum
2015 - Tunnan, leikstjórar: Jónfinn Stenberg & Jóannes Lamhauge
2016 - Et knæk, leikstjóri: Andrias Høgenni
2017 - (einki føroyskt filmskvøld)
2018 - Maðurin við Blæuni, leikstjóri: Maria Tórgarð
2019 - Omman, leikstjóri: Julia í Kálvalíð
2020 - Trøllabeiggi, leikstjóri: Gudmund Helmsdal
2021 - Handanland, leikstjóri: Barbara Lervig

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. september
Morgunlestur hósdagur 28. september 2023
163208
Mikudag 27. september
Søgan um Waylon Jennings (4:6)
163441
Mikudag 27. september
Merking 3. partur
163421
Mikudag 27. september
Góðan morgun Føroyar 27.09.23
163413
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262
Sunnudag 24. september
Andakt við Ellindi Abrahamsen
163261
Fríggjadag 22. september
Veðrið
163197
Hósdag 21. september
Vit eru enn til
163137