Fleiri enn 800 fólk deyð í Egyptalandi seinastu dagarnar

Fleiri enn 800 fólk deyð í Egyptalandi seinastu dagarnar
Ófriðurin í Egyptalandi seinastu dagarnar hevur kravt í minsta lagi 830 mannalív, sigur egyptiska tíðindastovan Mena sambært stjórnarkeldum
Frá ófriðinum í Kairo í farnu viku
 
19.08.2013 - 13:42

Aftrat teimum deyðu, eru nógv løstað. Stjórnarkeldur tosa um eini 500 fólk, meðan aðrar keldur siga frá í minsta lagi 2000 løstaðum.

Aftur gerandisdagur

Um vikuskiftið gekk lívið aftur sína vanligu gongd í Kairo, eftir at ófriðurin kyrknaði aftur mikudagin. Harðir samanbrestir hava verið millum ttrygdardeildir og viðhaldsfólk hjá frákoyrda forsetanum, Mohammed Mursi, í Muslimska Brøðralagnum.

Herurin rak Morsi frá valdinum 3. juli, og síðani hava viðhaldsfólk hjá frákoyrda forsetanum hildið til í miðbýnum í Kairo, har tey hava kravt, at Morsi aftur verður forseti.

Mikudagin var ovboðið hjá herinum, sum gav boð um at rudda legurnar við Morsi-viðhaldsfólkunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334