Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin varðveita sessirnar

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin varðveita sessirnar
Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur á fólkatingsvalinum, vísir nýggj veljarakanning
Fólkatingsvalið í Føroyum verður mánadagin 31. oktober. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.10.2022 - 15:46

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin varðveita fólkatingssessirnar.

Tað vísir nýggj veljarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið í dag.

Kanningin vísir, at Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur við 28,3 prosentum, sum eru 2,8 prosentstig meira enn á fólkatingsvalinum í 2019.

Sambandsflokkurin, sum var størsti flokkur á fólkatingsvalinum seinast, fær í kanningini 27,3 prosent av atkvøðunum, ella eitt prosentstig minni enn á valinum í 2019.

 

Fólkaflokkurin nummar trý

Fólkaflokkurin er á triðja plássi við 18,9 prosentum. Tað eru umleið fimm prosentstig minni enn á fólkatingsvalinum í 2019, tá Fólkaflokkurin fekk 23,8 prosent.

Tjóðveldi fær í kanningini 18,6 prosent, tað sama sum seinast.

Miðflokkurin stendur til at fáa fýra prosent av atkvøðunum og Framsókn 2,8 prosent.

17,3 prosent av teimum spurdu svara, at tey fara ikki á val, og 7,8 prosent siga seg ikki vita, hvønn tey skulu velja. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329