Vilja vita meira um avleiðingar av summartíð alt árið

Vilja vita meira um avleiðingar av summartíð alt árið
Fyri summi grannalond, eitt nú Ísland, Bretland og Írland, gerst munurin størri ein part av árinum, sigur Arbeiðsgevarafelagið
Løgmaður hevur skotið upp at hava summartíð alt árið.
 
08.11.2022 - 14:25

Føroya arbeiðsgevarafelag saknar eina neyvari lýsing av avleiðingunum av uppskotinum hjá løgmanni um at hava somu tíð, hana, sum vit kalla summartíð, alt árið.

Felagið vísir á, at í viðmerkingunum um lógaruppskotið verður skrivað, at uppskotið ger, at tíðarmunurin millum Føroyar og okkara grannalond gerst minni.

So leingi tey halda fram við at hava summartíð, er hetta bara partvíst rætt, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Fyri summi grannalond, eitt nú Ísland, Bretland og Írland, gerst munurin størri ein part av árinum.

Fyri onnur lond gerst hann minni ein part av árinum, eitt nú fyri skandinavisku londini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087