Urd Johannesen skal samskipa mentanina í Runavíkar kommunu

Urd Johannesen skal samskipa mentanina í Runavíkar kommunu
Runavíkar kommuna boðar frá, at Urd Johannesen, ið er ættað av Glyvrum, er sett sum mentanarsamskipari í Runavíkar kommunu
Urd Johannesen, ið skal samskipa mentanina í Runavíkar kommun, er sjálv ættað av Glyvrum
 
09.11.2022 - 21:58

Tað verður eitt fólk, ið kennir væl til staðið, sum skal samskipa mentanina í Runavíkar kommunu. 

Urd Johannesen er nevniliga uppvaksin á Glyvrum, sum er ein av teimum 15 bygdunum, ið tilsamans eru Runavíkar kommuna. 

Runavíkar býráð hevur nevniliga á fundi 3. november tikið avgerð um at seta Urd Johannesen í starv sum mentanarsamskipari hjá Runavíkar kommunu. 

Við starvinum fylgir høvuðsábyrgd fyri virkseminum í Løkshøll, umframt samskipan av mentanartiltøkum kring um í Runavíkar kommunu, sum telur 15 bygdir.

 

Væl skikkað

Urd Johannesen er sjáldsama væl skikkað til starvið sum mentanarsamskipari í Runavíkar kommun. 

Urd Johannesen er útbúgvin cand.mag í enskum og altjóða viðurskiftum, og so er hon master í Arts Management og hevur drúgvar  og fjølbroyttar royndir innan mentanararbeiði bæði á mentanarstovnum og sum sjálvstøðug.

Urd byrjar í starvinum tíðliga í nýggja árinum, skrivar also Runavíkar kommuna á heimasíðuni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439