Landsstýrismaðurin fingið svar um samráðingar við Russland

Landsstýrismaðurin fingið svar um samráðingar við Russland
Hvørki formaðurin í Uttanlandsnevndini ella Árni Skaale, landsstýrismaður, vilja siga, hvat stendur í svarinum
Árni Skaale, landsstýrismaður, sigur, at hann fer at tosa við løgmann um støðuna við Russlands-sáttmálanum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2022 - 11:22

Uttanlandsnevndin í løgtinginum hevur svarað Árna Skaale, landsstýrismanni í fiskiveiðumálum, eftir ráðførsluna, sum var mánadagin, í spurninginum um samráðingar við Russland um fiskivinnusamstarv.

Russland hevur boðað frá, at landið er sinnað at gera nýggjan fiskirættindasáttmála við Føroyar fyri 2023.

Bill Justinussen, formaður í Uttanlandsnevndini, sigur, at Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur fingið svar frá Uttanlandsnevndini, men hann vil ikki siga, hvat stendur í svarinum, tí tað er ikki vanligt, sigur hann.

Árni Skaale, landsstýrismaður, sigur, at hann fekk svarið frá Uttanlandsnevndini í gjár, men hann vil heldur ikki siga, hvat stendur í svarinum.

 

Bill Justinussen er formaður í Uttanlandsnevndini.

 

Tilgongdin er byrjað

Árni Skaale sigur, at fyrst í november byrjaði tilgongdin at fáa gjørt nýggjar fiskirættindasáttmálar fyri 2023, og tilgongdin at samráðast við Russland byrjaði eisini tá.

Talan er um samráðingar við Grønland, Ísland, Noreg, Russland, ES og Bretland, umframt samráðingar í ymsu nevndunum, sum umsita fiskiveiðuna.

Árni Skaale, sigur, at hann fer at tosa við løgmann um støðuna og um, hvat skal gerast. Hann vil ikki siga nakað alment, fyrr enn hann hevur tosað við løgmann.

Bárður á Steig Nielsen, virkandi løgmaður, sigur, at sum støðan er, er helst rætt at bíða við samráðingunum við Russland, til nýtt landsstýri hevur tikið við.

Føroyar hava fyrr havt fyribilsavtalur við onnur lond um, at fiskiskapurin kann halda fram, tí semja hevur ikki verið um nakra avtalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423