Valstríðið byrjað: Bara stjórin í Landsverki sleppur til orðanna

Valstríðið byrjað: Bara stjórin í Landsverki sleppur til orðanna
Seinnapartin verður fyrsta skotið í Fámjinstunlinum latið av
Sigurd L. Lamhauge er stjóri í Landsverki.
 
16.11.2022 - 11:26

Elsti maður í Ørðavík, Egon Rasmussen fer nú klokkan 13 at skjóta fyrsta skotið til Fámjinstunnilin.

Hátíðarløta verður við smiðjuna hjá Landsverki í Ørðavík. 

Til slík høvi er vanligt, at nógv verður gjørt burturúr við fleiri røðum, men av tí at valstríð er í løtuni til løgtingsvalið 8. desember, hevur Landsverk gjørt av, at tað einans verður stjórin í Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, sum sleppur til orðanna. 

Sama var galdandi í gjár, tá síðsta skotið var latið av í Hvannasundstunlinum. Tá vísti Sigurd L. Lamhauge á, at stovnurin fylgir teimum almennu tilmælunum um at halda lágan profil í einum valstríði:

 

16112022_Sigurd_um_rodur

 

Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum. 

Tað er LBF, ið hevur staðið fyri prosjekteringini av verkætlanini.

Avtalan við J&K Petersen er umleið 150 milliónir krónur, men samlaði kostnaður fyri alla verkætlanina er mettur til 207 milliónir krónur. 

Seinni í ár er ætlanin at bjóða el-arbeiðið í tunlinum út, ið er alt arbeiðið, við eitt nú ljósum og trygdarskipanini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459