Tvøroyri: Fíggjarætlanin javnvigar við 111 milliónum

Tvøroyri: Fíggjarætlanin javnvigar við 111 milliónum
Inntøkurnar næsta ár eru mettar til 93 milliónir kr. og raksturin 85,5 milliónir
Skattaprosentið og barnafrádrátturin í Tvøroyrar kommunu næsta ár verða óbroytt.
 
23.11.2022 - 08:15

Fíggjarætlanin hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2023 javnvigar við 111,4 mió. kr.

Skattaprosentið er tað sama sum í ár, 20,9, og barnafrádrátturin er eisini hin sami sum í ár, 7.000 kr.

Virðiskortið, sum er ætlað fólki úr 0 upp í 18 ár, verður eisini tað sama, 2.000 kr.

 

Størri inntøka enn mett

Inntøkurnar eru mettar at vera 93,1 mió. kr, sum eru 6,4 mio. kr. meira enn mett var fyri 2022. Raksturin er mettur at kosta 85,5 mió. kr.

Íløgur skulu gerast fyri 26 mió. kr., sum eru 30 prosent minni enn í ár. 14,5 milliónir skulu lænast til íløgur.

Langfreistaða skuldin hjá Tvøroyri verður 52,6 milliónir við árslok næsta ár.

Tann stuttfreistaða verður 5,5 millónir. Rakstraravlopið verður 7,5 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597