Aftur ein á Skipagøtu til svenskan hondbólt

Aftur ein á Skipagøtu til svenskan hondbólt
Næsta kappingarár skiftir Rói á Skipagøtu úr H71 til IF Hallby í svenskum hondbólti og verður sostatt triði føroyingurin í bestu deildini
Rói á Skipagøtu skiftir eftir hetta kappingarárið til IF Hallby í bestu svensku deildini
Mynd: laget.se  
 
27.11.2022 - 19:53

Rói á Skipagøtu fer úr H71 til svenska hondbóltsfelagið, IF Hallby, í bestu deildini.

Tað skrivar felagið á heimasíðu síni. Bakkurin skiftir felag eftir hetta kappingarárið.

 - Fyrst og fremst eri eg glaður fyri at fáa møguleikan at spæla á hægri stigi og sleppa at menna meg sum spælara, segði Rói á Skipagøtu við heimasíðuna hjá IF Hallby.

Í løtuni spæla beiggin, Elias á Skipagøtu, og systkinabarnið, Óli Mittún, við IK Sävehof, sum er nummar tvey í bestu deildini.

Eftir hetta kappingarárið fer Elias á Skipagøtu víðari til týska stórfelagið Kiel.

 - Eg havi havt áhuga fyri svensku kappingini, tí bæði beiggi mín og systkinabarn mítt spæla í IK Sävehof. Mín fatan er, at kappingin er góð, og tá eg vitjaði í Hallby, dámdi mær væl venjararnar og liðið, og eg vænti, at felagið verður gott fyri meg, sigur 19 ára gamli vinstribakkurin.

Í næstbestu svensku deildini gongst væl hjá Pæturi Mikkjalsson, og felagi hansara, AMO. Higartil hevur AMO, sum er nummar tvey, vunnið níggju og spælt tveir javnleikir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053