Vindmyllurnar á Gellingarkletti klárar at framleiða streym

Vindmyllurnar á Gellingarkletti klárar at framleiða streym
Sambært Effo og Røkt kunnu vindmyllurnar gera eins nógva orku og øll vatnorkuverk í Føroyum.
 
30.11.2022 - 08:46

Vindmyllurnar hjá Effo og Røkt á Gellingarkletti í Suðurstreymi eru nú lidnar og klárar at gera streym.

Í tí sambandi verður almenn móttøka seinnapartin fríggjadagin á Gellingarkletti. 

Sambært Effo og Røkt kunnu vindmyllurnar gera eins nógva orku og øll vatnorkuverk í Føroyum. 

Tær kunnu gera ein fjórðing av tí streymi, sum verður brúktur í Føroyum.

Hann svarar til 20.000 tons av tungolju um árið, sum eru 62.000 tons av CO2 útlátið.

Tær seks myllurnar á Gellingarkletti eru tær størstu í Føroyum.

Tornið á hvørjari vindmyllu er 91,5 metrar høgt og veingjaspennið er 117 metrar.

Hvør mylla vigar 450 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786