Macron vil veita Russlandi trygd aftur fyri samráðingar við Ukraina

Macron vil veita Russlandi trygd aftur fyri samráðingar við Ukraina
Uppskotið fær kaldliga móttøku í nógvum londum, sum halda, at tað er Russland, sum skal veita vossi fyri trygd
Uppskotið frá franska forsetanum, Macron, fær kaldliga móttøku.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
05.12.2022 - 08:37

Eitt uppskot frá franska forsetanum, Emmanuel Macron, um at Russland skal fáa vissu fyri trygd, um landið afturfyri fer til friðarsamráðingar við Ukraina, er ikki fallið í góða jørð í fleiri londum.

Ukraina og baltisku londini, sum hava felags landamark við Russland vilja ikki vita av uppskotinum.

- Tað, sum heimurin hevur brúk fyri, er, at Russland veitir trygd, og ikki øvut, sigur ráðgevin hjá ukrainska forsetan, Zelensky, Mykhailo Podoljak, sambært Reuters.

Eisini Finnland er ósamt við Macron um uppskotið. 

Finski forsætisráðharrin, Alexander Stubb, sigur, at hann er grundleggjandi ósamdur við Macron.

- Einastu vissu um trygd, sum vit skulu hugsavna okkum um, er tey ikki-russisku. Russland skal fyrst veita vissu fyri, at tað ikki loypur á onnur, skrivar hann á Twitter.

Litavski uttanríkisráðharrin, Linas Linkevicus, sigur, at Russland fær trygd so leingi, sum tað ikki loypur á onnur, innlimar og hertekur grannalond.

 

Ukraina: Russland skal taka seg aftur

Í Kyiv sigur Davyd Arakhamia, sum situr í ukrainska tjóðartinginum, og sum var við í fyrru samráðingunum við Russland í Istanbul, at Ukraina er sinnað at veita Russlandi trygd við ávísum treytum. Tær eru: 

- at Russland tekur seg aftur úr ukrainskum øki
- at Russland rindar fyri skaðarnar
- og at Russlad letur frá sær øll kjarnorkuvápn.

- Tá ið hetta er gjørt, eru vit til reiða at sessast við samráðingarborðið og tosa um garanti, sigur Davyd Arakhamia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797