USA-Grønland: Arbeiðsbólkurin verður væntandi liðugur í ár

USA-Grønland: Arbeiðsbólkurin verður væntandi liðugur í ár
Bólkurin, sum viðger viðurskiftini millum USA, Danmark og Grønland, hevur tætt samband við Donald Trump, forseta
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri.
Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix  
 
24.06.2026 - 11:14

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, væntar, at arbeiðsbólkurin við umboðum fyri USA, Grønland og Danmark verður liðugur við arbeiðið í hesum árinum, skrivar Ritzau sambært Sermitsiaq.

Lars Løkke Rasmussen roknar tó við, at nakrir fundir verða aftrat.

Arbeiðsbólkurin var settur í januar.

Amerikansku umboðini í bólkinum hava tætt samband við Donald Trump, forseta, sigur uttanríkisráðharrin, og tí væntar hann, at tey hava neyðugu heimildarnar frá forsetanum.

 


Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt vóru í USA fyrr í ár, og tá var arbeiðsbólkurin settur.

 

Løkke og Motzfeldt í USA

Viðurskiftini millum USA og Grønland og millum USA og Danmark hava leingi verið spent, tí Trump, forseti, hevur fleiri ferðir róð framundir, at hann ætlar at yvirtaka Grønland, sum er partur av ríkisfelagsskapinum.

Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt, sum tá var landsstýriskvinna í uttanríkismálum í Grønlandi, vóru á vitjan í USA í januar. Tey hittu J. D. Vance, varaforseta, og Marco Rubio, uttanríkisráðharra, og eftir tann fundin var semja um at arbeiðsbólkin. 

Lítið hevur verið at frætt frá arbeiðsbólkinum, men tað hevur ljóðað, at USA ætlar at lata tríggjar herstøðir upp í Grønlandi. USA hevur fyrr havt fleiri túsund hermenn í Grønlandi, men hevur nú bara ein herstøð eftir. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860