Indonesia: Revsing fyri kynsligt samband uttan fyri hjúnalag

Indonesia: Revsing fyri kynsligt samband uttan fyri hjúnalag
Nýggja lógin er galdandi fyri ríkisborgarar í landinum og útlendingar, sum vitja í landinum
Lógin í Indonesia um revsing fyri kynsligt samband uttan fyri hjúnalag fekk fólk at mótmæla uttan fyri tjóðartingsbygningin í Jakarta.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.12.2022 - 10:33

Tjóðartingið í Indonesia hevur samtykt fleiri lógarbroytingar, m.a. eina lóg, sum ásetir revsing fyri kynsligt samband uttan fyri hjúnalag.

Tann, sum brýtur lógina, kann vera dømdur eitt árs fongsul.

Lógaruppskotið er samtykt í dag.

Nýggja lógin er galdandi fyri ríkisborgarar í landinum og eisini fyri útlendingar, sum vitja í landinum.

Sostatt eru t.d. ferðafólk á oynni Bali fevnd av lógini, skrivar NTB.

Lógarbroytingarnar fevna eisini um bann fyri m.a. at gera forsetan firtnan, og ikki er loyvt at almannakunngera sjónarmið, sum ikki samsvara við tey, sum staturin hevur.

Indonesia er tað landið í heiminum, sum hevur flestar muslimar, og landið hevur seinastu árini upplivað økta religiøsa konservatismu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952