Tónleikastjóri hjá G! festivalinum givin

Tónleikastjóri hjá G! festivalinum givin
G!-leiðslan og nevndin í G! Grunninum hava tikið um endan, nú tónleikastjórin seinastu árini, Michael Antony Charles Johannesen, er givin. Tað váttar Sigvør Laksá, G!-stjóri
G! festivalurin í ár hepnaðist sera væl, serliga við veðrinum, ið var framúrskarandi bæði hósdagin og fríggjadagin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.12.2022 - 17:20

Hetta er árstíðin, tá føroysku tónleikafestivalarnir byrja at kunngera nøvn til festivalarnar næsta summar, og atgongumerkjasølan byrjar at taka dik á seg. 

Hjá G!-festivalinum hava tey tó verið noydd at umskipa seg, tí tónleikastjórin seinastu árini, Michael Antony Charles Johannesen, er givin. 

"Jú, tað er tíverri rætt, at Michael er givin," váttar Sigvør Laksá, G!-stjóri. 


Danska Tessa var høvuðsnavnið fríggjakvøldið á G! festivalinum í ár / Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Nýtt toymi ráðgevur

Tað er uttan iva eitt bakkast fyri G!-festivalin, tí arbeiðið at gera avtalur við tónleikanøvn, serliga tey útlendsku, tekur ofta langa tíð. Og tað tekur eisini tíð at uppbyggja góða sambond við útlendsk umboðsfólk. 

Sigvør Laksá, G!-stjóri, er bjartskygd hóast alt. 

"Vit hava mannað eitt toymi av ungum og orkuríkum fólkum, sum fáast nógv við tónleik, og sum vit so sparra við. Tey eru Marianna Nagata, Dania O. Tausen, Fríði Djurhuus og Jasmin Moté. Harumframt hava vit fingið góða hjálp frá føroysku tónleikaútflutningsstovuni, Faroese Music Export (FMX), og eru sloppin at gagnnýta umfatandi netverkið hjá FMX. " 


Oddamaðurin í Joe & The Shitboys, Fríði Djurhuus, á pallinum til ársins G! festival. Nú er hann við til at bóka tónleikin til festivalin næsta ár / Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Leiðsla og nevnd bókar tónleikin

Formliga verður arbeiðið at bóka og gera avtalur við tónleikanøvnini røkt av G!-leiðsluni og nevndini í G! Grunninum, greiðir Sigvør Laksá frá. 

"Arbeiðið gongur væl, og vit fara skjótt at kunngera fyrstu nøvnini, sum skulu spæla á G!-festivalinum í 2023. Atgongumerkini eru sett til sølu, og sølan gongur væl," sigur Sigvør Laksá. 

Í G!-leiðsluni eru Sigvør Laksá, stjóri, og Kristfríð Tyril, samskipari. 

Sambært heimasíðuni hjá G!, so er nevndin í G! Grunninum mannað við hesum fólkum:

Bogi Andreassen, formaður
Sigvør Laksá, næstformaður
Kristfríð Tyril, nevndarlimur
Oluffa Joensen
Theodor Kapnas
Høgni Lisberg


Íslendski Daði Freyr á pallinum á Sandinum á G! festivalinum í ár / Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Sí myndareportasjurnar hjá Bjarna Árting Rubeksen frá G! 2022:

Fyrsti dagurin á G!

Annar dagurin á G!

Sólin skein aftur í dag á G!

G! í MONO

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179